TíðindiØlsmakking við Biskupskeldu í Stóra Pakkhúsi leygarkvøldið

17. februar 2021
https://biskupskelda.fo/wp-content/uploads/2021/02/Biskupskelduoel-02-2021.jpg
Leygarkvøldið 20. februar verður fyri fyrstu ferð høvið at royna øl frá Biskupskeldu, nýggja mikro-bryggjarínum í Vági – tá ølsmakking við Biskupskeldu verður í Stóra Pakkhúsi í Vági.
Leygarkvøldið verður høvið at royna ølirnar Huldugentan (NEIPA), Snæbjørn (pilsnar), Fámará (hveitiøl), og Skúvanes (stout), sum fáast til keyps til ølsmakkingina.
Orsaka av støðuni viðvíkjandi Corona verður avmarkað atgongd og av somu orsøk verða atgongumerki seld. Atgongumerki à 20,- kr. kunnu keypast í Stóra Pakkhúsi tórskvøldið 18. feb. 2021 kl. 19.
Øl frá Biskupskeldu verður at fáa til keyps í Rúsuni og um ein góðan mánað, í seinnu helvt av mars, tá Huldugentan fer á hyllarnar í Rúsuni.