TíðindiBiskupskelda letur upp sølustað í Vági

25. oktober 2022
https://biskupskelda.fo/wp-content/uploads/2022/10/Trolloftid-107B.jpg

Droymir tú um ein dans við Huldugentuni ella at fara eina ævintýrferð við Snæbjørn? Ella droymir tú um eina friðsæla løtu á Skúvanesi, á Beinisvørð ella í Fámará? Ella kanska at fara við Johannu út í stóru verð?

Fríggjadagin kl. 16 letur bryggjaríið Biskupskelda upp nýtt sølustað í Vági. Nýggja sølustaðið er í húsunum hjá Biskupskeldu á Vágsvegi 107B (vestasta húsið á Gørðunum).

Fríggjadagin er opið frá kl. 16 til kl. 18.