Biskupskelda
Biskupskelda er eitt nano-bryggjarí í Vági, sum bryggjar øl, bjóðar ølsmakking í hugnaliga Biskupskelduhúsinum, og skipar útferðir fyri fyritøkum, ferðafólkum og øðrum bólkum.
01
Vitja Biskupskelduhúsið
Og njót eina góða lokala øl í hugnaliga Biskupskelduhúsinum.
02
Bílegg ølsmakking
Bílegg ølsmakking saman við vinfólkum ella starvsfólkum.
03
Bílegg útferð
Bílegg útferð við vinfólkum ella starvsfelagum í vøkru náttúruni kring Vág.
HVØRJA SKAL EG VELJA?
Nakrar Biskupskeldu øl
Navnið "Biskupskelda"
Navnið Biskupskelda stavar frá staðarnavni við gomlu bygdagøtuna millum Vág og Fámjin. Biskupskelda er nakað sunnanfyri Ryskivatn, við vegin, sum í dag gongur niðan til Ryskivatn.
Navnið Biskupskelda er elligamalt og tað er ikki greitt, hvaðani navnið kemur, men tá vágbingar fyrr til gongu fóru norður í hagan í Bjørgunum at reka, so varð altíð steðgað á við Biskupskeldu at fáa sær at drekka – og sagt varð, at vatnið úr Biskupskeldu skuldi verða heilsugevandi.
MYNDIR FRÁ ÚTFERÐUM
Útferðir við Biskupskeldu
Útferðir í vøkru náttúruni norðanfyri Vág
Útferðirnar hjá Biskupskeldu fevna um gongutúrar í vøkru náttúruni kring Vág. Útferðir eru altíð tillagaðar tykkara ynski, soleiðis at túrarnir ikki gerast strævnari enn, tit ynskja..
Ølsmakking
Biskupskelda bjóðar ølsmakking til bólkar av vitjandi – bæði starvsfólk frá fyritøkum, vinarbólkar, polterabend og so framvegis.
Ølsmakkingin fevnir um framløgu um øl, ølbrygging og um Biskupskeldu. Til ølsmakkingina sleppa tit at royna 4 ymiskar øl frá Biskupskeldu.




