TíðindiBiskupskelda nýtt mikrobryggjarí í Vági

16. februar 2021
https://biskupskelda.fo/wp-content/uploads/2017/05/home_04_hero_03-1280x733.jpg

Biskupskelda er nýtt mikrobryggjarí í Vági og er hetta eisini fyrsta góðkenda bryggjarí í Suðuroynni.

Biskupskelda bryggjar øl – og eins og onnur mikrobryggjarí kring heimin, so er talan um framleiðslu við handakraft – crafted beer – frá byrjan til enda, har talan er um framleiðslu av special-øl.

Vit hava lagt okkum eftir at bryggja øl til øl-elskarar og okkara fyrsta øl, Huldugentan, sum kemur á marknaðin mitt í mars, er ein vælsmakkandi IPA-øl, sum hevur fingið sera góð skoðsmál á ølsmakking fyri innbodnum.

Vit fara eisini í apríl at koma á marknaðin við bæði pilsnar og gull øl, og ikki minst fara vit at bryggja aðrar special-øl til serlig tiltøk, m.a. til ølsmakking.

Tað eru Dennis Holm, Magnus Brattaberg og Bárður G. Nielsen, sum hava stovnað Biskupskeldu.

 

Navnið Biskupskelda

Navnið Biskupskelda stavar frá staðarnavni við gomlu bygdagøtuna millum Vág og Fámjin. Biskupskelda er nakað sunnanfyri Ryskivatn, við vegin, sum í dag gongur niðan til Ryskivatn.

Navnið Biskupskelda er elligamalt og tað er ikki greitt, hvagani navnið kemur, men tá vágbingar fyrr til gongu fóru norður í hagan í Bjørgunum at reka, so varð altíð steðgað á við Biskupskeldu at fáa sær at drekka – og sagt varð, at vatnið úr Biskupskeldu skuldi verða heilsugevandi.

Høvuðsinnhaldið í øl er vatn. Vatnið, sum verður brúkt til ølframleiðsluna hjá Biskupskeldu, er úr sama økið, sum heilsugevandi vatnið í kelduni Biskupskeldu.