Kamarið nýggj øl frá Biskupskeldu

Kamarið – nýggj pale ale frá Biskupskeldu, sum verður til keyps í Biskupskelduhúsinum frá fríggjadegnum 15. august 2025.

Kamarið er ein pale ale við íblástri frá amerikonsku pale ale traditiónini, og er 4,6% í styrki.

Kamarið er ein “stein-brúgv” leys av landi útfyri Skúvanes. Kamarið er bert sjónligt úr landi, um tú er nóg vestaliga norðanfyri Vágseiðið, t.d. á Múlanum ella uppi í Fjallinum.

Fríggjadagin er opið frá kl. 16 til kl. 19, og frá kl. 22 til kl. 01.