Øl frá Biskupskeldu

Her kanst tú lesa meiri um øl frá Biskupskeldu.

Huldugentan NEIPA

Huldugentan er ein vælsmakkandi frísklig NEIPA øl, sum umframt at hava góðan øl smak eisini hevur ein frískligan smak av sitrus og frukt. Huldugentan er 5,8% í styrki.

Anker Eli Petersen hevur teknað etikkettuna til Huldugentuna.

Navnið Huldugentan

Huldufólk eru nevnd í fleiri føroyskum kvæðum. Eisini í nýggjari tíð er yrkt um huldufólk.

Johan Djurhuus úr Sumba (1885-1960), vanliga nevndir Johan á Høggeil, yrkti í 1927 kvæði um Huldugentuna. Hetta tíðarskeiðið arbeiddi hann í elverkinum í Botni, norðanfyri Vág, og gekk úr Vági til arbeiðis í Botni. Hetta var áðrenn at nakar vegur var millum Vág og Botn, so gingið varð gjøgnum hagan.

Kvæði Huldugentan er frásøgn um tað ferðina, tá yrkjarin á miðjari nátt møtir huldufólki, tá  “heyggjarnir runt um opna seg, huldufólk koma í dyr”. Yrkjarin greiður frá: “Á fríðari fløtu tey sláa ring, gentur og ungir menn”, og “ein kom smílandi har eg stóð” og sigur við yrkjaran “kom og dansa ein dans við mær”.

Tey bæði, yrkjarin og huldugentan, verða góð og koma saman – og sum hann greiðir frá: “Síðani havi eg manga ferð, dansað við henni í ring. Ofta vit møtast, tá eingin sær, ganga so vítt umkring”.

Huldugentan er eitt av kendaru kvæðunum her um leiðir og Huldugentan verður ofta kvøðin, tá menn og kvinnur fara upp á gólv.

Johanna IPA

Johanna er ein góð IPA øl við íblástri frá amerikonsku IPA-traditiónini við nógvari humlu. Johanna er 7,0% í styrki.
 
Etikettuna hevur Anker Eli Petersen teknað.
 

Navnið Johanna

Navnið Johanna stavar sjálvsagt frá sluppini Johanna TG 326, sum hevur verið heimahoyrandi í Vági síðani í 1894, tá Jákup Dahl keypti sluppina í Grimsby og hon fekk navnið Johanne, og var hetta fyrsta skip sum Dahl á Gørðunum í Vági átti.

Johanna varð brúkt sum fiskiskip inntil í 1972, tá hon varð løgd. Í 1980 keypti ein áhugabólkur Johannu fyri 1 krónu, tók hana upp á turt og setti hana í sama stand, sum tá hon kom til landið í 1894. Mesta av arbeiðinum varð framt av sjálvbodnum vágbingum og verður sluppin Johanna enn í dag rikin av felagnum Johanna TG 326.

Ottar myrk gull

Ottar er ein myrk gull øl við einum ísletti av appelsin og sitrus, kryddað við pipar og anis. Ottar er 5,8% í styrki.

Navnið Ottar

Í teirri katólsku tíðini búðu Suðuroyarprestarnir eitt skifti suðuri í Vági. Um ein av hesum katólsku prestum, bróður Ottar, er ein stutt frásøgn.

Ottar búði í býlinginum í Smillum í Vági og var tí kallaður Smillaguttin. Óargakroppur var hann og út av lagi natin. Hann sendi húskallar sínar út at stjala seyð, meðan hann helt messu í kirkjuni fyri sóknarfólki sínum. Ikki mundi messan vera av teim stytstu, tá ið so bar á.

»Hetta tolir ikki ryggur Ottars!« er havt til orðtaks enn í Suðuroy, tá ið ein fer undir eina byrði, sum hann heldur seg valla vera føran fyri. — Ottar fýltist á fuglin, sum hann fekk í part úr fuglabjørgunum í Vági; hann helt seg vera órættaðan og ikki fáa tað, hann átti. Hann fór tí til fugla sjálvur ein dagin og seig niður í Ottarstorvu, sum so er nevnd eftir honum. Húskallurin var dráttarmaður hjá honum. Ottar fekk ógvuliga nógv av lunda, bant upp á seg bæði aftan og framman, tvey so nógv sum tað, ið hann átti av rættum, og bað so húskallin draga upp. Ovbyrjaður var hann og óføra tungur at draga, men húskallurin dró tó menniliga í fyrstuni. Tá ið prestur var komin nakað upp í bergið, fekk hann mein í ryggin av hesari ógvuligu byrði og rópaði: »Hetta tolir ikki ryggur Ottars!« Húskallurin, sum var hildin at vera av sterkastu monnum í Suðuroy um tað leitið, var deyðlúgvaður eftir einari løtu og rópaði: »Eg sleppi!« Ottar svaraði: »Sleppir tú, skal tað vera tær dýrgoldin sleppa.« Húskallurin slepti línuni, og Ottar fór beint í sjógvin og doyði.

Snæbjørn pilsnari

Snæbjørn er ein vælsmakkandi og frísklig pilsnar øl. Snæbjørn er 4,6% í styrki.

Anker Eli Petersen hevur teknað etikkettuna til Snæbjørn.

Navnið Snæbjørn

Søgnin um Snæbjørn er kend í Suðuroynni og er eisini staðarnavn, Snæbjørnarrøkur, á vestursíðuni á Suðuroynni, norðanfyri Vág, nevndar eftir honum.

Snæbjørn var húskallur hjá bóndanum Jákup við Neyst í Hvalba. Snæbjørn var bæði brøgdigur og djarvur og einsýnamaður til bakkagongu.

Bóndin átti tvey fjós, annað heima við Neyst og annað vesturi í bygdini, á Heyggi. Í heimafjósinum hevði hann neytini seinna partin av vetrinum. Eina arbeiðskonu hevði hann, sum slektað var úr Mykinesi; hon ambætaði neytunum, men av tí at tað var nakað langur vegur hjá henni at ganga til tað vestara fjósið, so búði hon helst í tí fjósinum, meðan neytini stóðu har. Tí rópaðu tey hana fjóskonuna, og Snæbjørn var fríggjari hennara.

Eitt árið kom eitt hálendskt skip til Suðuroyar. Tað hevði mangar góðgripir at selja, men eingin tordi at keypa, tí at kongur hevði burturleigað til nakrar keypmenn rættin til at hava handil í oyggjunum. Snæbjørn fekk sær so tigandi fýra turriklæði av hesum skipi, og tey tvey gav hann gentu sínari, fjóskonuni. Hetta kom upp, og Snæbjørn varð stevndur til at møta á Øravíkar tingi at hoyra tann dóm, sum yvir hann skuldi ganga fyri óløgligt keyp. Tingið varð hildið í tinggilinum uppi ímillum Stovur oman fyri Øravík. Snæbjørn visti, at dómarin var sær grummur, og væntaði ein harðan dóm, men kom tó á tingið. Ein góðan píkstav hevði hann hjá sær. Dómarin og fútin báðir sótu oman fyri helluna, ið rópast Tingborðið. Dómarin lesur dómin upp fyri Snæbjørn og dømir hann til at arbeiða í jarni fýra ár á Bremerholm. Snæbjørn kallar hetta ein ómildan og órættan dóm, reiggjar stavin yvir høvdið á sær og ætlar at sláa dómaran kaldan; men dómarin bregður sær undan og niður í fangið á fútanum. Stavurin rakaði fútan í høvdið, so hann small deyður niður. Tá kom róp í at grípa Snæbjørn, tí hann hevði dripið fútan; men Snæbjørn helt til beins alt fyri eitt og flutti, og so fimur var hann á føti, at eingin náddi fram at honum. Hann helt til fjals, upp Klovningar, ígjøgnum Øraskarð og upp á Fjallið Mikla. Nógvir úr mannamúgvuni hildu aftan á hann, men mjørki var uppi á fjallinum, so teir mistu hann brátt úr eygsjón. Vesturi á Fjallinum Mikla er ein heyggjur, nevndur Snavalsheygur; har hoyrdi ein av monnunum stavpíkin hjá Snæbjørni gella í grótinum og rópaði: “Her var hann! Eg hoyrdi píkin glintra hjá honum!” “Hoyrdi tú hann nú, so skalt tú ikki hoyra hann aftur”, svaraði Snæbjørn úr mjørkanum í erva og vendi so stavinum við, píkin upp og knappin niður. Mannaflokkurin gavst at elta hann, tí teir mistu hann burtur aftur, og dagurin kom at kvøldi. Snæbjørn fór suður eftir oynni og í tær røkur, sum eftir honum eru nevndar Snæbjarnarrøkur (í Gjógvaráfjalli í Vági vestarumegin, nakað norður við Fámjinsmarkið). Í miðrókini er ein hola niðurí og hall í berginum útyvir. Í hesum hellinum búði hann eina langa tíð, breyt búr um næturnar og stjól.

Skúvanes stout

Skúvanes er ein mild og kremut stout øl við íblástri frá írsku stout traditiónini og er 4,0% til styrki.
 
Hans í Líðini, sáli, yrkti um Vágseiðið:
 
Og tá brimið nú harðliga sjóvar,
rokið stendur í Faradalsur,
fyri oyrum sum kvøði tað ljóðar,
ført er fram í náttúrinnar dur.
 

Navnið Skúvanes

Vágseiðið er helst millum mest vitjaðu pláss í Suðuroynni. Fyri sunnan Vágseiðið eru Eggjarnar og Skúvanes.

Fámará hveitiøl

Fámará er ein frísklig hveitiøl við íblástri frá Belgisku traditiónini við hveitiøl, sum gongur heilt aftur til miðskeiðis í 1400talinum.

Navnið Fámará

Fámará er á vestursíðuni á Suðuroynni, norðanfyri Vág.

Í 1945 búsettist familjan Brattaberg í Fámará at virka innan landbúnaðin. Fámará er enn í dag í familjuni í 3. ættarliði.

Borgin ljós gull

Borgin er ein góð gull-øl við einum ráka av lyngi og hunangi.

 

Navnið Borgin

Kring Ryskidal standa tindar í hátíðarligum vaktarhaldi sum verjur fyri vøkru vøtnunum í dalinum – Ryskivatni, Miðvatni, Vatnið í Tindalíð og Músavatni.

Hægstur av tindunum er Borgarknappur, sum røkkur 574 m. til skýggja. Fyri vestan Borgarknapp er Borgin, sum er 570 m. høg.

Á leiðini eftir bygdagøtuni til Fámjins eru Borgarknappur og Borgin fylgisveinar, áðrenn leiðin verður løgd norður um Vognarygg, og kósin sett móti Reyðabakka og Fámjin.

Vetrarbit myrk vetrarøl

Vetrarbit er ein myrk vetrarøl við ríkum smakki og er vælhóskandi til árstíðina, ikki minst saman við mati, ið hoyrir tíðini til.

Navið Vetrarbit

Tá heystfjøllini eru gingin og tøkuseyðurin flettur, verður áseyðurin, ær og gimbrar, settur á vetrarbit, meðan veðrar og veðragjólingar verða hildnir fyri seg, oftast inni, til brundtíðin byrjar.

Vetrarbit er oftast bøurin ella niðarlaga í haganum, ofta innstikaðir teigar, har ein kann bera seyðinum hoyggj og fóður, so ærnar eru væl fyri til brundin og tá tær eru kvidnar.

Umleið Niklásarmessu, 6. des. verða veðrarnir og veðragjólingar sleptir at brunda ærnar. Hetta fer oftast til øgiligar bardagar millum veðr og gjóling, men í januar fellur friður á fylgini, tá kallseyðurin verður tikin aftur.

Ofta lata tey ein ella tveir veðragjólingar ganga eftir á vetrarbitinum, um onkur ær er gongur ókviðin eftir.

Hymir pale ale

Hymir er ein vælsmakkandi pale ale við íblástri frá ensku pale ale traditiónini.

Navnið Hymir

Einaferð í fyrndini fóru Tórur og Týr norð til abba Týrs, Hymir, at læna ein bryggjupott at bryggja øl í.
Týr var gamal himnagudur, so familjan var, lat okkum siga, heldur login.

Fyrsta fólk teir hittu var omma Týrs – og hon hevði 900 høvd – ein sinnismynd av stjørnuhválvinum.

Næsta fólk teir hittu var dótturin í garði, mamma Týrs, vøkur, ljós og algjørt ímyndin av blóðsólin!

At enda kom Hymir sjálvur heim. Ómildur, gronutur og grimmur í ásjón – ein sinnismynd av jørðini í sínum upprunaliga ótamda elementi.

Har hendi eitt sindur av hvørjum meðan teir gistu har, m.a. dró Tórur miðgarðsormin at borði, á útróðri við Hymi.

Kvøldarstjørnan vetrarøl

Kvøldarstjørnan er ein myrk vetrarøl við einum ráka av kanel og appelsin.

Navnið Kvøldarstjørnan

Bjartast av øllum stjørnum er Venus, sum ikki er ein stjørna als, men ein gongustjørna, júst sum Jørðin. Venus liggur nærri sólini og fylgir henni; og sæst tí bara árlá á morgni – og beint fyri og eftir sólsetur.

Á morgni kallast hon Morgunstjørnan, um kvøldi Kvøldarstjørnan ella Stakkalastjørnan. Stakkalastjørnan helst tí hon var so stutt uppi.

Gamal var, at neyðardýr ikki skuldi koyrast út, eftir at stjørnan kom upp.

Venus var rómverska frábrigdið av gríksku ástar- og vakurleikagudinduni Afroditu, borin av havsins froða. Venus-Afrodita umboðaði girnd og ást og frumevnið vatn og virkaði sum sissandi mótspæl mótvegis jánafelaganum, tí kaotiska Vulcan – og elskara sínum, krísgudinum Mars.

Beinisvørð gull

Beinisvørð er ein smakmikil gull-øl við einum ráka av karamel-malti og appilsin.

 

Navnið Beinisvørð

Beinisvørð hevjar seg steyrrætt 469 m. frá sjóvarmálanum upp
móti skýggjum. Av sonnum ein av náttúruperlunum í Suðuroynni.

Hargaskaldið, Poul F. Joensen, var ikki minst hugtikin av Beinisvørði, og yrkti eisini fleiri yrkingar um Beinisvørð. Ein teirra, við heitinum ”Beinisvørð”, endar soleiðis:

Ár hava runnið, og summar og vetur
skifta, tað sama tó Beinisvørð er,
enn sína bringu mót briminum setir,
sum táið víkingar land nomu her!
í brotskúmi veður á vetrarsins tíð,
ýlandi boðarnir rúka móti tindi.
Foldin hon skelvir í ódnmikla stríð,
sum bylgjandi akur í vindi.

Kamarið pale ale

Hymir er ein vælsmakkandi pale ale við íblástri frá amerikonsku pale ale traditiónini.

Navnið Kamarið

Vágseiðið telist millum stóru náttúruperlurnar í nærumhvørvinum. Alt økið kring Vágseiðið er stórsligið. Múlin og Múlagjógv fyri norðan, og Skarðgjógv, Faradalsgjógv, Skúvanes og Eggjarnar fyri sunnan.

Útfyri Skúvanes er Kamarið, sum tó bert er sjónligt frá landi, tá tú er nóg vestaliga – t.d. á Múlanum ella uppi í Fjallinum.

Í góðveðri er siglandi gjøgnum Kamarið við báti.