Skúvanes – nýggj stout øl frá Biskupskeldu

So er Skúvanes - ein stout øl frá Biskupskeldu farin á hillarnar í Rúsuni.

Tað legst afturat øl-familjuni hjá Biskupskeldu, nú Skúvanes – ein nýggj stout øl frá Biskupskeldu fer á hillarnar hjá Rúsdrekkasølu Landsins.

Skúvanes er ein mild og kremut stout øl við íblástri frá írsku stout traditiónini og er 4,0% til styrki.

Hans í Líðini, sáli, yrkti um Vágseiðið:
Og tá brimið nú harðliga sjóvar,
rokið stendur í Faradalsur,
fyri oyrum sum kvøði tað ljóðar,
ført er fram í náttúrinnar dur.