Um Biskupskeldu

Biskupskelda bryggjar øl – og eins og onnur nanobryggjarí kring heimin, so er talan um framleiðslu við handakraft – crafted beer – frá byrjan til enda

Eitt hugnaligt stað

Biskupskelduhúsið er eitt av hugnaligu støðunum í Vági, sum heilt vist er vert eina vitjan.

Fyrikomandi starvsfólk

Vit leggja stóran dent á at taka væl ímóti vitjandi og tryggja, at tey fáa eitt upplivilsi og eitt minni at taka við sær á leiðini.

Special øl í gávueskju

Umframt at njóta eina øl í Biskupskelduhúsinum, so ber eisini til at keypa gávueskju við øli.

Søgan, húsið
og øl

Vitjandi fáa høvið at hoyra søguna um húsið og søguna um øl, tá vit skipa ølsmakking.

Vitja hugnaligu kafe'ina

Hugnaliga kafe’in í Biskupskelduhúsinum hevur ikki broytt stórvegis skap síðani umleið 1910, tá ein hædd varð sett omaná húsið.

Gólv, veggir og loft eru óbroytt. Her angar av søgu og sál – og myndirnar á vegginum siga søguna hjá økinum á Gørðunum, sum var miðstaðurin í Vági fyri 100 árum síðani.

Hugnaliga umhvørvið er framúr til at njóta eina lokala øl og fáa eitt gott prát.

EITT SINDUR UM SØGUNA

BISKUPSKELDA stovnað í 2020

Fyrsta góðkenda ølbryggjarí í Suðuroynni

Biskupskelda Spf varð stovnað í 2020 og fór á marknaðin við fyrstu ølini, Huldugentan, í mars 2021.

Síðani hetta er lagst afturat øl-úrvalinum frá Biskupskeldu. Í dag hava vit 12 ymisk sløg av øli.

Vit bryggja eisini specialøl til serlig høvið, t.d. føðingardagar, til fyritøkur ella annað.

Navnið Biskupskelda

Navnið Biskupskelda stavar frá staðarnavni við gomlu bygdagøtuna millum Vág og Fámjin. Biskupskelda er nakað sunnanfyri Ryskivatn, við vegin, sum í dag gongur niðan til Ryskivatn.

Navnið Biskupskelda er elligamalt og tað er ikki greitt, hvaðani navnið kemur, men tá vágbingar fyrr til gongu fóru norður í hagan í Bjørgunum at reka, so varð altíð steðgað á við Biskupskeldu at fáa sær at drekka – og sagt varð, at vatnið úr Biskupskeldu skuldi verða heilsugevandi.

Biskupskelduhúsið

Í 2022 keypti Biskupskelda eitt av gomlu húsunum á Gørðunum í Vági, sonevnda Trolloftið.

Síðani er húsið unvælt og dagført, men hava vit lagt stóran dent á at hugsa søguna og sálina í húsinum inn í okkara virksemi.

Biskupskelda - meiri enn bara øl

Umframt at bryggja og selja øl, so bjóðar Biskupskelda eisini aðrar tænastur.

Tilber at bíleggja ølsmakkingar, bæði í Biskupskelduhúsinum og “út av húsinum”.

Vit skipa eisini útferðir fyri starvsfólk, fyritøkur, vinabólkar og ferðafólk.

Útferðir í vøkru náttúruni kring Vág

Biskupskelda skipar fyri útferðum í vøkru náttúruni norðanfyri og sunnanfyri Vág. Vit avheinta tykkum á Smyrli – skipa dagin – og koyra tykkum aftur til Smyril.

Lætt og ómakaleyst og við á ferðini fáa tit: