Góðska og nærlagniØL FRÁ BISKUPSKELDU

Á Biskupskeldu bryggja vit øl, sum okkum dámar. Okkum dámar góðsku og vit arbeiða við nærlagni við at tryggja, at tú eisini kann fáa eina góð øl-uppliving saman við okkum.

Humla

Humla er síðan miðøldina brúkt fyri at geva øli ein beiskari smak. Beiski smakkurin frá humlu skapar eina javnvág í mun til søtleikan hjá malti.

Ger

Geringin førir við sær, at sukri í maltinum broytist til alkohol.

Bygg

Bygg er eitt av vanligu kornsløgunum, tá øl verður bryggjað. Kornið verður vaskað og skolað og síðani turkað og kann tá kallast fyri malt.

Maltið verður malið og er síðani klárt at brúka, tá bryggjað verður.

Okkara tilgongd

Øl frá Biskupskeldu er bryggjað við góðari rávøru, fyrstafloks vatni og við nærlagni.

Eins og á øðrum mikrobryggjaríum kring heimin, so er framleiðslan hjá Biskupskeldu við handamegi – crafted beer – frá byrjan til enda.

Øl frá Biskupskeldu er ófiltrerað.

Okkara royndir higartilÚRVALS ØL FRÁ BISKUPSKELDU
SUM TÚ MÁ ROYNA

https://biskupskelda.fo/wp-content/uploads/2021/02/Huldugentan-3floeskur-scaled.jpg

HULDUGENTAN

Huldugentan er ein vælsmakkandi frísklig NEIPA øl, sum umframt at hava góðan øl smak eisini hevur ein frískligan smak av sitrus og frukt.

OTTAR

Ottar er ein smakmikil ljós gull øl við einari samanrenning av smaki frá humlu, karamel, blómu og honning smaki.

https://biskupskelda.fo/wp-content/uploads/2021/02/Snaebjoern-koel.jpg

SNÆBJØRN

Snæbjørn er ein vælsmakkandi og let pilsnar øl.