Vitja Biskupskelduhúsið

Vitja Biskupskelduhúsið

Biskupskelduhúsið hevur fastar upplatingartíðir (fríggjardagar frá kl. 16 til kl. 18), men tað ber eisini til at seta seg í samband við okkum á telduposti (biskupskelda@gmail.com) ella umvegis Messenger á Facebook-síðuni – og avtala eina vitjan.

Bílegg ølsmakking og mat

Biskupskelda bjóðar bæði ølsmakking og mat.

Ølsmakkingarnar fevna um framløgu um øl, ølbrygging og Biskupskeldu – og til ølsmakkingina sleppa tit at royna 4 ymiskar øl.

Hevur hetta áhuga, so er at seta seg í samband við okkum á telduposti (biskupskelda@gmail.com) ella umvegis Messenger á Facebook-síðuni.