Fríggjadagin 18. mars kemur ein nýggj føroysk øl frá mikro-bryggjarínum Biskupkelda í Vági á marknaðin. Talan er um ølina Huldugentan, sum er ein NEIPA (New England Indian Pale Ale) øl, sum verður at fáa til keyps í deildunum hjá Rúsuni kring landið fríggjadagin.