TíðindiStarvsfólkaútferðir við Biskupskeldu

15. juni 2021
https://biskupskelda.fo/wp-content/uploads/2021/06/Starvsfolkautferd-2021-1280x960.jpg

Biskupskelda er ikki bara gott øl, men eisini góðar upplivingar og bjóða vit eisini starvsfólkaútferðir.

Ynskja tit eina annarleiðis starvsfólkaútferð, so er ein vitjan hjá Biskupskeldu eitt gott boð.

Kom saman við starvsfólkunum til Suðuroyar, har vit í Biskupskeldu taka ímóti tykkum á Krambatanga og bjóða tykkum ein hendingaríkan dag í Vági.

Við ferðaleiðara fara vit útferð í vøkru náttúruni kring Vág – antin sunnanfyri og vestanfyri Vág, har útsýnið niður yvir Vágsbjørgini og við Skarðgjógv er stórsligið – ella norðanfyri Vág, har vit m.a. vitja Biskupskeldu og leita á leiðina har kvæðið um Huldugentuna tók skap.

Okkara útferðir fevna allar um ølsmakking í náttúruni og góðan matpakka og vatn – og sjálvandi fáa tit eisini søguan um Biskupskeldu og ølirnar, sum verða royndar á útferðini.

Hevur hetta tykkara áhugað, so er at skriva til okkum á biskupskelda@gmail.com.