Á vári í 2020 byrjaði ein spennandi ferð, tá ætlanir vórðu lagdar um eitt nýtt mikrobryggjarí í Vági. Undan ársskiftinum í 2021 sá Biskupskelda dagsins ljós. Fyri einum ári síðani, í februar 2021, bóru okur tíðindi um at øl’in Huldugentan fór at koma á marknaðin í mars 2021, tí var februar mánaði í 2021 sermerktur fyri okkum.
Februar 2022 verður um gjørligt enn meiri sermerktur, tí Biskupkelda hevur keypt eitt av søguligu húsunum á Gørðunum – talan er um vestastu húsini á Gørðunum.
Húsini eru upprunaliga bygd í samband við úthandilin sum Mortensen á Tvøroyri hevði í Vági – helst bygd eina ferð í 1860unum. Húsini vórðu bygd sum bústaður til handilsleiðaran. Seinni vórðu húsini seld til Garðamenn og Jógvan á Gørðunum búði har eitt tíðarskeið. Í 1920unum vórðu húsini so broytt og gjørdist partur av vinnuliga virkseminum hjá Garðamonnum, m.a. vóru trol og gørn bøtt í húsinum – og millum mannað í Vági hevur húsið eisini verið nevnt Trolloftið á Gørðunum.
Eftir eitt longri áramál uttan virksemi, verður seinni í summar aftur virksemi í húsinum, tá mikrobryggjaríið Biskupskelda flytur virksemi í húsið. Húsið verður komandi mánaðirnar sett í stand. Uttan verða húsini tætt uppá uppruna stand. Innan verða partar av húsinum broyttir til framleiðsluhølir, har nýggj bryggiútgerð eisini verður sett upp, meðan ein partur av húsinum innan verður hildin í uppruna standi.
Okur gleða okkum til eitt spennandi ár – við nýggjum húsi, við nógvum starvsfólkaútferðum og við nýggjum øli á marknaðin – tann fyrsta, Skúvanes (ein stout øl), fer í Rúsdrekkasølu Landsins í næstum.
Spennandi tíðir fyri framman 😊