SNÆBJØRN

Snæbjørn er ein vælsmakkandi og frísklig pilsnar øl. Snæbjørn er 4,6% í styrki.

Anker Eli Petersen hevur teknað etikkettuna til Snæbjørn.

Navnið Snæbjørn

Søgnin um Snæbjørn er kend í Suðuroynni og er eisini staðarnavn, Snæbjørnarrøkur, á vestursíðuni á Suðuroynni, norðanfyri Vág, nevndar eftir honum.

Snæbjørn var húskallur hjá bóndanum Jákup við Neyst í Hvalba. Snæbjørn var bæði brøgdigur og djarvur og einsýnamaður til bakkagongu.

Bóndin átti tvey fjós, annað heima við Neyst og annað vesturi í bygdini, á Heyggi. Í heimafjósinum hevði hann neytini seinna partin av vetrinum. Eina arbeiðskonu hevði hann, sum slektað var úr Mykinesi; hon ambætaði neytunum, men av tí at tað var nakað langur vegur hjá henni at ganga til tað vestara fjósið, so búði hon helst í tí fjósinum, meðan neytini stóðu har. Tí rópaðu tey hana fjóskonuna, og Snæbjørn var fríggjari hennara.

Eitt árið kom eitt hálendskt skip til Suðuroyar. Tað hevði mangar góðgripir at selja, men eingin tordi at keypa, tí at kongur hevði burturleigað til nakrar keypmenn rættin til at hava handil í oyggjunum. Snæbjørn fekk sær so tigandi fýra turriklæði av hesum skipi, og tey tvey gav hann gentu sínari, fjóskonuni. Hetta kom upp, og Snæbjørn varð stevndur til at møta á Øravíkar tingi at hoyra tann dóm, sum yvir hann skuldi ganga fyri óløgligt keyp. Tingið varð hildið í tinggilinum uppi ímillum Stovur oman fyri Øravík. Snæbjørn visti, at dómarin var sær grummur, og væntaði ein harðan dóm, men kom tó á tingið. Ein góðan píkstav hevði hann hjá sær. Dómarin og fútin báðir sótu oman fyri helluna, ið rópast Tingborðið. Dómarin lesur dómin upp fyri Snæbjørn og dømir hann til at arbeiða í jarni fýra ár á Bremerholm. Snæbjørn kallar hetta ein ómildan og órættan dóm, reiggjar stavin yvir høvdið á sær og ætlar at sláa dómaran kaldan; men dómarin bregður sær undan og niður í fangið á fútanum. Stavurin rakaði fútan í høvdið, so hann small deyður niður. Tá kom róp í at grípa Snæbjørn, tí hann hevði dripið fútan; men Snæbjørn helt til beins alt fyri eitt og flutti, og so fimur var hann á føti, at eingin náddi fram at honum. Hann helt til fjals, upp Klovningar, ígjøgnum Øraskarð og upp á Fjallið Mikla. Nógvir úr mannamúgvuni hildu aftan á hann, men mjørki var uppi á fjallinum, so teir mistu hann brátt úr eygsjón. Vesturi á Fjallinum Mikla er ein heyggjur, nevndur Snavalsheygur; har hoyrdi ein av monnunum stavpíkin hjá Snæbjørni gella í grótinum og rópaði: “Her var hann! Eg hoyrdi píkin glintra hjá honum!” “Hoyrdi tú hann nú, so skalt tú ikki hoyra hann aftur”, svaraði Snæbjørn úr mjørkanum í erva og vendi so stavinum við, píkin upp og knappin niður. Mannaflokkurin gavst at elta hann, tí teir mistu hann burtur aftur, og dagurin kom at kvøldi. Snæbjørn fór suður eftir oynni og í tær røkur, sum eftir honum eru nevndar Snæbjarnarrøkur (í Gjógvaráfjalli í Vági vestarumegin, nakað norður við Fámjinsmarkið). Í miðrókini er ein hola niðurí og hall í berginum útyvir. Í hesum hellinum búði hann eina langa tíð, breyt búr um næturnar og stjól.

https://biskupskelda.fo/wp-content/uploads/2021/06/Snaebjoern-etiketta_06-2021-640x480.png