TíðindiHuldugentan at fáa í Rúsuni fríggjadagin 19. mars

12. marts 2021
https://biskupskelda.fo/wp-content/uploads/2021/03/Huldugentan-03-2021-1280x960.jpg

Fríggjadagur 19. mars verður ein søguligur dagur hjá Biskupskeldu, tí tá verður Huldugentan at fáa til keyps í deildunum hjá Rúsdrekkasølu Landins kring landið.

Huldugentan er ein vælsmakkandi NEIPA øl. Huldugentan er ein vælsmakkandi frísklig NEIPA øl, sum umframt at hava góðan øl smak eisini hevur ein frískligan smak av sitrus og frukt. Huldugentan er 5,8% í styrki.

Anker Eli Petersen hevur teknað etikkettuna til Huldugentuna.